Leita
 
22. februar 2010
Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj
Myndugleikar okkara hava í stóran mun ræðið á fíggjarpolitikkinum. Hitt høvuðsamboðið í stýringini av búskapinum – peningapolitikkurin – er bert í lítlan mun undir føroyskum ræði. Hetta ger, at upp aftur størri krøv eiga at vera sett til fíggjarpolitikkin.

Tíverri hevur fíggarpolitikkurin seinastu áratíggjuni ikki slættað búskaparliga sjógvin heldur enn viðvirkað til økt arbeiðsloysi og framleiðslufall í niðurgangstíðum. Tað øvugta í uppgangstíðum.

Í starvsritinum “Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj” verður ljós varpað á virksemið hjá føroysku peningastovnunum og samspælið hjá hesum við fíggjarpolitikkin. Í ritinum verður víst á, at bankafyritøkurnar hava stóran týdning fyri konjunkturgongdina, og at hetta í sjálvum sær er stór avbjóðing hjá landsstýrinum og løgtinginum í royndunum at javna út búskaparsveiggjini.

Ritið kann takast niður her og liggur eisini undir útgávur.
 
TÌÐINDI
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 2. september 2010
Grundrakstur landskassans árini 2000-2010 - 19. AUGUST 2010
Greiningaramboð viðvíkjandi landskassanum - 19. AUGUST 2010
Produktivitetur - produktivitetsvøkstur 1999-2009 - 9. august 2010
Evropa miðar ímóti haldgóðum búskaparvøkstri - 3. AUGUST 2010
Nýggj frágreiðing um danska búskapin - 21. JULI 2010
Betri útlit fyri heimsbúskapin - 14. JULI 2010
Heimshandilin veksur væntandi 9,5% í 2010 - 29. JUNI 2010
Skuldarmeting frá Moody's Investor Service - 23. juni 2010
Kina hevur hægsta búskaparliga vøksturin í heiminum - 27. MAI 2010
Vøksturin í heimsbúskapinum verður 4,2% í 2010 - 29. APRÍL 2010
Seinasta nobel virðislønin í búskapi - 15. APRÍL 2010
Búskaparvøkstur 2011-2015 - 8. apríl 2010
Fíggjarpolitisk skuldarhugtøk - 8. apríl 2010
Ójavnar í grikska búskapinum - 6. APRÍL 2010
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 24. mars 2010
Rávøruprísir hækka væntandi í 2010 - 15. MARS 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 24. februar 2010
Skattir og búskaparvøkstur - 17. FEBRUAR 2010
Stuðul til frama fyri kappingarførið hjá menningarlondum - 9. FEBRUAR 2010
Fíggjarpolitisk regluverk - stutt lýsing - 8. FEBRUAR 2010
Konsolideringsátøk - royndir úr øðrum londum - 2. FEBRUAR 2010
Ísland fær ikki positivan vøkstur fyrr enn í 2011 - 27. JANUAR 2010
Arbeiðsloysið í OECD londunum hækkar fram til endan av 2010 - 22. JANUAR 2010
Afrika er hart rakt av búskaparkreppuni - 13. JANUAR 2010