Leita
 
17. FEBRUAR 2010
Skattir og búskaparvøkstur

Spurningurin um at innrætta skattaskipanina so vakstrarfremjandi sum gjørligt hevur verið raðfestur rættuliga høgt í flestu OECD-londunum seinastu 30 árini, og nógvar skattabroytingar eru framdar í fleiri av londunum. OECD hevur í hesum sambandi gjørt ymiskt kanningararbeiði og í hesum riti verður í stuttum hugt nærri at nøkrum av hesum høvuðsúrslitum.

Í roynd at stimbra búskapin, hava flestu OECD-londini framt munandi broytingar á skattaøkinum. Seinastu 30 árini hava nógv lond valt at lækka skattin á arbeiði, har eitt nú toppskatturin er fallin munandi í flestu londunum. Eisini partafelagsskatturin er lækkaður nógv í flestu OECD-londunum. Hesar broytingar eru í stóran mun framdar við hægri búskaparvøkstri fyri eyga, tá kanningar hava víst, at ov høgir lønar- og partafelagsskattir hava neiligt árin á langtíðar búskaparvøkstur. Sum heild verður mælt til í størri mun at velja skattingarhættir, ið ikki reingja tær avgerðir, sum einstaklingar og fyritøkur taka viðvíkjandi arbeiði og framleiðslu.


Ritið kann takast niður her og liggur eisini undir útgávur.
 
TÌÐINDI
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 2. september 2010
Grundrakstur landskassans árini 2000-2010 - 19. AUGUST 2010
Greiningaramboð viðvíkjandi landskassanum - 19. AUGUST 2010
Produktivitetur - produktivitetsvøkstur 1999-2009 - 9. august 2010
Evropa miðar ímóti haldgóðum búskaparvøkstri - 3. AUGUST 2010
Nýggj frágreiðing um danska búskapin - 21. JULI 2010
Betri útlit fyri heimsbúskapin - 14. JULI 2010
Heimshandilin veksur væntandi 9,5% í 2010 - 29. JUNI 2010
Skuldarmeting frá Moody's Investor Service - 23. juni 2010
Kina hevur hægsta búskaparliga vøksturin í heiminum - 27. MAI 2010
Vøksturin í heimsbúskapinum verður 4,2% í 2010 - 29. APRÍL 2010
Seinasta nobel virðislønin í búskapi - 15. APRÍL 2010
Búskaparvøkstur 2011-2015 - 8. apríl 2010
Fíggjarpolitisk skuldarhugtøk - 8. apríl 2010
Ójavnar í grikska búskapinum - 6. APRÍL 2010
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 24. mars 2010
Rávøruprísir hækka væntandi í 2010 - 15. MARS 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 24. februar 2010
Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj - 22. februar 2010
Stuðul til frama fyri kappingarførið hjá menningarlondum - 9. FEBRUAR 2010
Fíggjarpolitisk regluverk - stutt lýsing - 8. FEBRUAR 2010
Konsolideringsátøk - royndir úr øðrum londum - 2. FEBRUAR 2010
Ísland fær ikki positivan vøkstur fyrr enn í 2011 - 27. JANUAR 2010
Arbeiðsloysið í OECD londunum hækkar fram til endan av 2010 - 22. JANUAR 2010
Afrika er hart rakt av búskaparkreppuni - 13. JANUAR 2010